Nú sortnar fyri eygunum á Jákupi Mikkelsen

Politikkur19-08-2019 - 22:43 - Jóanis Albert Nielsen

Ì eini grein um fiskivinnupolitikkin fall henda Jákupi Mikkelsen fyri bróstið, helst tí eg nevndi hann við navni, og tað skal hann sjálvandi hava loyvi til.

At eg havi serligan áhuga at skriva um Fólkaflokkin er ein yvirtulking av mínum tokka til Fólkaflokkin, men eg havi eftirlýst einum ítøkuligum uppskoti um, hvat skal koma ístaðin fyri menningarkvoturnar og uppboðssøluna um hesar verða avtiknar aftur, men einki ítøkiligt er komið á borðið.

Men í lesarabrævi kemur Christian Andreasen, sum fleiri í flokkinum helst eru bebbaræddir fyri við einum ítøkuligum uppskoti, sum er ein radikal broyting, og sum saktans kann enda við breiðari semju.

Uppskotið er í 5 punktum, einfalt og praktiskt, men vekur helst høvuðbrýggj fyri onkran?

Langtíðarloyvir, tryggar karmar, eisini fyri teir, sum hava menningarkvotur. Herða viðurskiftini um útlendskan ognarskap, hóskandi tilfeingisgjald. At ásett verða eigaraavmarkingar, sum veita ávísa spjaðing av ognarskapinum í fiskivinnuni.

Góði Jákup, vóni ikki at tað sortnar fyri eygunum á tær og Elsebeth, tá floksfelagin nevnir, at virðini skulu deilast kring landið.

Hetta er uppskot, sum vil nakað, og høvdu hesi ligið á borðinum undir seinastu samgongu, høvdu vit helst eina breiða semju og ikki óvissuna, sum valdar í dag.

Hetta uppskotið fara vit helst at hoyra meir til.

Komi at hugsa um eina innkalling í vinnunevndini um lógina um vinnuligan fiskiskap, hvar eg var farin inn at lurta. Hetta var eftir ósemjuna um makrelbýtið, hvar vit høvdu vunnið okkum størri rættindi.

Har vóru tveir tungvektarar í føroyskum politikki innkallaðir. John Petersen, fyrverandi landstýrismaður, og Kjartan Hoydal, sum embætismaður. Hvørgin teirra er ímillum okkum meir.

Idiologiskt vóru teir helst ósamdir, men báðir vóru samdir í spurninginum: Hví útskriva tit ikki tvey ella trý loyvir afturat? Her er nokk til.

Tað kom ikki upp á tal.

So Jákup. Innbjóðingin um loysnir, sum tú leggur upp til í endanum á viðmerkingini, hevði eg helst takka nei til, tí tað kenni eg vertin for gott til.

Men heldur hevði eg tikið av frá nýggja stjørnuskotinum Christian Andreasen, um tað skuldi hent.

Eivin H Jacobsen