Nýggjastu


Nú verður fóðurflakin sleipaður inn á Vestmanna

vinna25-01-2020 - 10:49 - Jóanis Nielsen

 Tíðliga í morgun var farið undir at fáa fóðurflakan heim av Víkum - Brimiil, Samson og alibátar frá Luna komu tíðliga í morgun á Víkar, fyri at fyrireikað sleipingina.

Í løtuni verður fóðurflakin - Hellistangi - sleipaður, teir eru staddir beint norðanfyri Slættanestanga, tað er eystfall í Vestmannasundi, so tað skuldi ligið væl fyri at sleipað heim eftir sundinum.