Mynd: Sverri Egholm / portal.fo

Nýggj átøk skulu fyribyrgja corona-smittuna

mentan06-03-2020 - 19:46 - Jóanis Nielsen

Landsstýrismaðurin í heilsumálum mælir nú til fleiri ítøkilig átøk, sum hava til endamál at byrgja fyri, at fleiri fáa corona-smittuna.

“Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum og taka neyðug atlit. Tað er týdningarmikið, at vit øll gera okkara og standa saman, so at vit tryggja, at so fá sum gjørligt verða smittað, heldur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Í fyrstu atløgu mælir landsstýrismaðurin til eftir tilráðing frá donsku heilsumyndugleikunum, at vit hugsa okkum um, tá ið vit eru í sambandi við onnur fólk. Í stuttum verður skotið upp:

  1. At vaksa hendurnar ofta ella at brúka hondspritt
  2. Hosta og njósa í ermuna
  3. Halt teg frá at taka í hondina á øðrum fólkum.
  4. Hugsa um reinføri – bæði heima við hús og arbeiðsplássinum.
  5. Um tú ert eldri ella hevur kroniska sjúku við niðursettari immunverju – ansa so eftir at fara í størri samkomur.

Í øðrum lagi verður mælt til, at almenn tiltøk, har fleiri enn 500 borgarar savnast annaðhvørt verða útsett ella avlýst. Eisini ber at hýsa tiltøkum uttan eitt nú áskoðarar ella áhoyrarar.

“Vit eiga at brúka vit og skil. Tað eru fyrst og fremst okkara eldri borgarar og fólk við kroniskari sjúku, sum eru í vanda. Tí mæli eg til, at bæði land og kommunur hugsa seg væl um í mun til ymisk tiltøk, har nógv eldri fólk ella fólk við niðursettari immunverju savnast, vísir landsstýrismaðurin í heilsumálum á.

Kaj Leo Holm Johannesen mælir eisini til, at allir borgarar, sum hava verið í londum, ið verða bólkað sum vandaøki, avbyrgja seg sjálvboðið í 14 dagar. Eisini er skilagott hjá hesum borgararum at halda seg frá at vitja á sjúkrahúsum, ellisheimum ella øðrum støðum, har eldri borgarar ella sjúk fólk savnast.

Tilmælini hjá landsstýrismanninum í heilsumálum eru í fyrstu atløgu galdandi komandi 14 dagarnar.

Sí hvørji vandaøkini eru her

Sí tilráðingarnar hjá danska heilsustýrinum her