Nýggj Bíbliulesiætlan - Les fyri lívið

mentan29-11-2020 - 12:39 - Jóanis Nielsen

 Nýggja bíbliulesiætlanin er nú komin. Hon byrjar í dag og heldur fram til 27. novembur 2021. 

Hví bíbliulesiætlan? 

Bíblian er Guds livandi orð, og hóast orðini eru prentað sum øll onnur, so gerast tey livandi við Guds Heilaga Anda. Tí er tað neyðugt hjá okkum, at lesa í Bíbliuni fyri at fáa mat til sálina. 

Men nógv stríðast við at koma í gongd og halda á. Ein Bíbliulesiætlan er gjørd júst sum ein hjálp at lesa regluliga og í samanhangi. Tað er sum ein kalendari við útvaldum tekstum til hvønn dag í árinum, og hvønn sunnudag samsvara skriftstøðini við tekstarøðina í Fólkakirkjuni. 

Hvar er bíbliulesiætlanin at fáa? 

Hon er at fáa um alt landið í kirkjum, fríkirkjum og samkomum. Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis Bíbliulesiætlan frá Føroyska Bíbliufelagnum á tlf. 787826 ella t-posti: biblia@biblia.fo