Nýggj bók: Fólk í Miðvági 1911

mentan29-04-2020 - 22:54 - Jóanis Nielsen

Nýggj bók útkomin.

FÓLK Í MIÐVÁGI 1911

Í samabandi við, at føroyingar í 2011 skuldu skrivast í manntal, hildu vit, at tað kundi verið spennandi at hugt at fólkateljingini í Miðvági í 1911.

Miðvágs forminnafelag sá skjótt, at grundarlag var fyri at seta eina framsýning upp, tí felagið eigur hópin av gomlum myndum úr bygdini, og við hjálp frá avvarðandi fingu vit skaffað nakrar afturat.

Í Miðvági búðu tá 449 fólk. Tá framsýningin var liðug at seta upp, høvdu vit samlað uml. 370 myndir.

Stórur áhugi var fyri farmsýningini, og tá fólk seinni heittu á okkum at geva tilfarið út í bók, var tað tikið til eftirtektar.

Við leiðbeining og sera góðari hjálp frá Sendistovuni, heittu vit á Vága kommunu at stuðla útgávuni. Býráðið vísti okkum ta vælvild, at fíggja útgávuna og lata øllum húskjum í kommununi eitt eintak. Vit takka hjartaliga fyri stuðulin.

Hanna Hansen - Anna Hansen - Hildur Joensen