Nýggj forvitnislig tiltøk hjá MB

ítróttur31-07-2020 - 18:34 - Jóanis Nielsen

Vit, í Miðvágs Bóltfelag, kunnu við gleði kunngerða, at vit hava ognað okkumGoal Stationútgerð, ið framyvir kemur at geva okkum enn betur høvi at optimera og menna gerandis-venjingar. Nevniliga Focus Trainer frá Winther Sport & Fritid.

Sum felag royna vit altíð at finna nýggjar hættir at stuðla børnum og ungum í at mennast á vøllinum. Við nýggju útgerðini, ið eisini varð nýtt á ársinsFUGO PROCAMP, meta vit, at vit kunnu hjálpa leikarum at betra og menna teir førleikar, ið teimum tørvar undir dysti.

Vit eru longu í holt við at skipa áhugaverd tiltøk; bæði fyri okkara limum, og fyri øðrum, ið ynskja at royna seg við nýggju útgerðini. Fylg við her á okkara Facebook síðu!🤩

#samanframáfyri allan føroyskan fótbólt🇫🇴

Við ítróttarkvøðu

Miðvágs Bóltfelag