Nýggj nevnd í Havnar Framburðsfelag

Politikkur15-05-2020 - 10:00 - Jóanis Albert Nielsen

Havnar Framburðsfelag: Mánadagin 11. mai 2020 var aðalfundur í Havnar Framburðsfelag, sum er limafelagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi.

Sambært lógum felagsins eigur aðalfundurin at vera á Grækarismessu, men serliga umstøður við Korona gjørdu, at fundurin bleiv fluttur.

Í nýggju nevndini eru:

Rói B. Poulsen, formaður

Regin W. Dalsgaard, næstformaður

Helgi D. Michelsen, skrivari

Birgir Nielsen, kassameistari

Óli Breckmann, nevndarlimur

Havnar Framburðsfelag hevur eins og hini limafeløglini hjá Fólkaflokkinum tveir limir í floksleiðsluni. Umboðini í floksleiðsluni vera Regin W. Dalsgaard og Rói B. Poulsen.

Eitt sera týdningarmikið býráðsval stendur fyri framman og tí fer nevndin beint til brots at skipa fyri uppstillingarfundum.