hevði nýggja nevndin í Mentanargrunni Landsins fyrsta fundin saman við landsstýrismanninum í mentamálum, Jenisi av Rana.

Á fundinum takkaði landsstýrismaðurin fyri, at nýggju limirnir hava tikið við áheitanini, og vísti á, at hetta er eitt serligt ár fyri Mentanargrunnin, sum í mai fyllir 75 ár.

Í nevndini eru fimm limir, og hvør limur hevur ein varalim. Landsstýrismaðurin velur sjálvur tríggjar limir, og tveir limir verða valdir eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Treytin fyri nevndarsamansetingini er, at hon skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.

Nýggir limir og varalimir, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, valdi til nevndina:

Poul Guttesen, sum eisini er formaður
Varalimur: Nils Ohrt
Erland Tvørfoss, sum er næstformaður
Varalimur: Dávur Winther
Hedvig Westerlund-Kapnas
Varalimur: Rønn Eliasen
Nýggir limir og varalimir eftir tilmæli frá LISA:

Hansina Iversen
Varalimur: Gunnvá Zachariasen
Hans Pauli Tórgarð
Varalimur: Bárður Persson
Bara ein av nývaldu limunum hevur áður sitið sum varafólk, annars er øll nevndin púra nýggj. Hon situr í fýra ár – frá 1. januar 2021 at rokna og til 31. desember 2024.

Uppgávan hjá Mentanargrunninum er enn í dag tann sama, sum tá hann var stovnaður fyri trífjórðings øld síðani: at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum – bæði hjá leikum og lærdum. Til at náa hesum endamáli umsitur grunnurin meginpartin av almenna stuðlinum, sum verður veittur til mentan og list, umframt íverksetarastuðulin og starvslønirnar.

Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

Nýggj nevnd í Mentanargrunni Landsins

24-01-2021 - 10:07 - Jóanis Nielsen
Fríggjadagin hevði nýggja nevndin í Mentanargrunni Landsins fyrsta fundin saman við landsstýrismanninum í mentamálum, Jenisi av Rana.

Á fundinum takkaði landsstýrismaðurin fyri, at nýggju limirnir hava tikið við áheitanini, og vísti á, at hetta er eitt serligt ár fyri Mentanargrunnin, sum í mai fyllir 75 ár.

Í nevndini eru fimm limir, og hvør limur hevur ein varalim. Landsstýrismaðurin velur sjálvur tríggjar limir, og tveir limir verða valdir eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Treytin fyri nevndarsamansetingini er, at hon skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.

Nýggir limir og varalimir, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, valdi til nevndina:

  • Poul Guttesen, sum eisini er formaður
    • Varalimur: Nils Ohrt
  • Erland Tvørfoss,sum er næstformaður
    • Varalimur: Dávur Winther
  • Hedvig Westerlund-Kapnas
    • Varalimur: Rønn Eliasen

Nýggir limir og varalimir eftir tilmæli frá LISA:

  • Hansina Iversen
    • Varalimur: Gunnvá Zachariasen
  • Hans Pauli Tórgarð
    • Varalimur: Bárður Persson