Nýggj støða í samband við stovnsøkið og korona

corona05-08-2020 - 19:53 - Jóanis Albert Nielsen

Í samband við at fleiri nýggir korona tilburðir eru staðfestir seinasta samdøgurði, verður fundur í korona bólkinum hjá kommununi um støðuna.

Eftir ætlan skulu stovnarnir lata upp aftur mánadagin, men fundur verður í morgin fyrrapart har støða verður tikin til um kommunan skal seta nøkur tiltøk í verk.

Annars mælir kommunan til at verandi tilmæli, sum enn eru galdandi, framhaldandi verða hildin.

Kunning til foreldur um avgerðir og tilmælini kemur á heimasíðuna hjá Vága kommunu www.vaga.fo seinnapartin í morgin.

Vinarliga heilsan,

Eyðdis Hartmann Niclasen

borgarstjóri