Nýggj vísindagrein um umsiting av laksalús

Vinna16-08-2019 - 07:23 - Jóanis Albert Nielsen

Gransking: Laksalús hava gjørt ónáðir fyri laksaframleiðarar í áratíggju. Trupulleikin kostar pengar og ávirkar villlaksastovnar. Tróndur Kragesteen, granskari á P/F Fiskaaling, hevur útgivið nýggja vísindagrein í viðurkenda blaðnum Aquaculture. Greinin lýsir grundleggjandi mekanismur handan lúsatrupulleikan.

Fyri at verja ferðandi laksastovnar og sleppa undan smittu millum alibrúk, hava myndugleikar ásett at viðgerð skal fara fram, tá lúsin kemur upp á eitt ávíst stig. Hetta markið verður ásett fyri at verja villlaks í best møguligan mun, men eisini fyri at sleppa undan kostnaðarmiklum smittum ímillum aliøki.

Tróndur Kragesteen greiðir frá, at greinin ger fyrst eina bioøkonomiska meting fyri optimala viðgerðarmarkið. Tað er serliga áhugavert at eyðmerkja kritiska viðgerðarmarkvirðið millum heilar aliskipanir og fyri einstaka aliøkið.

Avbyrgd, einstøk aliøki fáa størstu vinningina við at nýta høgt markvirði, meðan mest møguligi vinningurin fyri eina heila skipan av aliøkjum fæst við einum marki á uml. 0,1 kynsbúna kvennlús/laks. Henda staðfestingin stuðlar norsku krøvini um at lækka viðgerðarmarkvirðið fyri lúsaviðgerð til færri enn 0,5 kynsbúnar lús/laks.

Úrslitið vísir eisini, at ov lágt viðgerðarmark merkir nógvar viðgerðir. Munurin millum optimalu viðgerðarætlanina hjá einstaka aliøkinum og tí hjá allari skipanini vísir, at umsitingin av laksalúsasmittu virkar innan fyri einum tragedy-of-the-commons umhvørvi, har einstaki alarin kann hava áhuga í at síggja burtur frá lógarásettu markvirðini, har so hinir partarnir í aliskipanini noyðast at gjalda fyri tað, sum hin einstaki sparir.

Greinin vísir á, at reglur um kravdar viðgerðir mugu fremjast strangliga, um best møguliga umsitingin av laksalúsasmittu skal røkkast.

Tað ber til at lesa sjálva greinina á www.fiskaaling.fo við at fara undirÚtgávur.

Viðhøvundar afturat Tróndur Kragesteen eru Knud Simonsen, André W. Visser og Ken H. Andersen.