Nýggjur leiðari settur á Visit Sandoy

vinna27-05-2020 - 23:00 - Jóanis Nielsen

Bryndis í Dali er sett sum leiðari á Visit Sandoy. Hon byrjar í starvinum 1. juni. Bryndis í Dali er 27 ára gomul og hevur lisið master innan ferðavinnu í Aalborg Universitet.

Sum leiðari kemur Bryndis í Dali at hava alla dagligu ábyrgdina av Visit Sandoy, samstundis sum uppgávur hennara verða at virka fyri og menna økið í ferðavinnuhøpi.

Stórar avbjóðingar og broytingar liggja fyri framman innan ferðavinnuna í Sandoyar Sýslu komandi árini. Neyðugt er við einum væl útbúnum leiðara við góðum førleikum, ið kann flyta og skipa arbeiðið og harvið gera Sandoyar sýslu til eitt av berandi økjunum innan ferðavinnu í Føroyum.

Um fá ár verður koyrandi suður í Sandoynna, tá kemur ferðafólkamynstrið at broytast og ikki minst ferðafolkatalið at økjast munandi. Arbeitt hevur verið miðvíst seinastu árini fyri at gera økið klárt til komandi broytingarnar. Og verður hetta eisini eitt av høvuðøkjunum, ið Bryndis kemur at arbeiða víðari við.

Vit ynskja Bryndis hjartaliga vælkomnari og vónandi verður móttøkan og samstarvið við ferðavinnuáhugað í økinum gott og gevandi.

Vegna

Nevndina í Sandoyar Sýslu Ferðalag

Heini Tausen