Ólavsøkan enn einaferð

03-07-2020 - 14:09 - Jóanis Nielsen

Í gjár bórust tíðindini, at Sambandsflokkurin í býráðnum er ímóti at játta pengar til grannaløg á ólavsøku.

Eg vil bert boða frá, at vit eru fleiri í Javnaðarflokkinum í býráðnum, sum halda hetta átak vera burturvið. Munnu ikki borgarar í teimum ymsu grannaløgunum í Tórshavnar Kommunu duga at fyriskipa eina hugnaløtu uttan at fáa studning? Hvat er definitiónin uppá eitt grannalag? Og hvat hendir við íløgunum, sum grannaløgini hava gjørt, tá ið ólavsøkan er av?

Hesi sjónarmið gjørdu vit týðiliga vart við á býráðsfundinum.

Vit atkvøddu blankt, tí at vit mæltu til, at býráðið heldur setir upphæddina av til at fyriskipa dygdargóð tiltøk á ólavsøku fyri børn ymsastaðni í Havnini. Í mong ár hevur tað verið ein avbjóðing hjá barnafamiljum, at tað er so dýrt at fara á ólavsøku við børnum. Nú eru nógv barnatiltøk á ólavsøku avlýst.

Vit fingu ta fatan, at býráðssamgongan vildi umrøða henda møguleikan. Men so varð ikki. Borgarstjórin og kommunustjórin kunngjørdu beinanvegin, at grannaløg nú kunnu søkja um studning til grillir, ballónir og tjøld í grannalagnum – og hesum eru vit fleiri í Javnaðarflokkinum, sum ikki taka undir við. Tað er ikki rætt at brúka skattakrónur til tílík endamál.

Vit halda, at játtanin annaðhvørt átti at verið spard, ella brúkt munandi betri til eina góða ólavsøku fyri børn.

Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Tórshavnar Kommunu