Oljuskip rendi á land á Drelnesi

vinna22-02-2020 - 13:56 - Jóanis Nielsen

 Í nógva vindinum í gjárkvøldið rendi oljutangaskipið - MED ADRIATIC - á bryggjuna á Drelnesi, tað var ikki við nógvari ferð, men skipið kláraði ikki nógva vindin, sum var í gjárkvøldið.

Bryggjukanturin hevur fingið skaða, men skipið hevur ikki fingið stórvegis skaða verður sagt úr Suðri.

Skipið hevði loðs umborð, kanningar blivu beinanvegiin gjørdar, sum møguliga rusdrekka var atvoldin, men soleiðis var tíbetur ikki.