Øll miðbygdin í Sørvági er nú 30 km/t sona

16-08-2019 - 16:26 - Jóanis Albert Nielsen

Næstu viku verður farið aftur í skúla. Tað merkir, at fleiri børn og ung verða til gongu á vegunum aftur.

Eftir tilráðing frá skúlastýri, skúla og bussførarum verður roynt at tálma ferðsluna og fáa ferðsluviðurskiftini í Sørvági tryggari – serliga í støðum, har okkara børn og ungu ferðast til gongu.

Fyrr í vár varð samtykt í ferðslunevndini og bygdaráðnum, at ferðin í miðbygdini skal ikki fara upp um 30 km/t, og tí eru fýra sonuskelti við hámarksferð sett upp uttan um miðbygdina.

Vinarliga gevið hesum gætur!