Omanfyri 100 bilar vóru til drive-in konsert á Valloyrini

Myndir04-05-2020 - 08:27 - Jóanis Albert Nielsen
Leygardagin var drive-in konsert á Valloyrini í Sandavági. Veðrið var av tí allar besta, og fólk hugnaðu sær óført.

Tað var Blátt Gras ið spældi til konsertina, og vóru tað omanfyri 100 bilar ið vóru møttir upp, onkrir bátar vóru eisini á Vágni. Nógv fólk vóru eisini komin til gongu. Vit meta um 500 fólk lurtaðu eftir Blátt Gras leygardagin á Valloyrini.

Vit sendu eisini beinleiðis frá konsertini, og nógv fólk fylgdu eisini við konsertini á okkara beinleiðis stroyming.