Omanfyri 4000 fólk vóru á Bátastevnuni í Vestmanna

Mentan26-05-2019 - 22:23 - Jóanis Albert Nielsen

Um vikuskiftið hevur árliga Bátastevnan verið í Vestmanna, og aftur í ár hava nógv fólk vitja Bátastevnuna.

Fyriskiparnir siga við jn.fo, at omanfyri 4000 fólk vitjaðu Bátastevnuna í Vestmanna í ár. Til sjálva siglingina vóru um 150 bátar.

Nógvir húsvognar vóru eisini á bryggjuni í Vestmanna, í alt vóru tað 85 húsvognar.

Fyriskiparnir siga, at tey tey eru sera takksom fyri at alt gekk snikkaleyst fyri seg.

Sí eisini:

Myndir frá hóskvøldinum

Myndir frá fríggjakvøldinum

Myndir frá leygarkvøldinum

Myndir av bjargingarbátum

Myndir tiknar í Vestmannasundi

Nógv fólk til suppu