Ongin staðfest smittaður afturat

corona06-05-2020 - 16:06 - Jóanis Albert Nielsen

Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 8241 kanningarúrslit. Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 185 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.