Opið hús í Sloans húsum

mentan28-07-2019 - 13:13 - Jóanis Nielsen

ÓLAVSØKAN 2019 - Lena og Niclas, Elsa og Róland
Vinafelagið Føroyar-Ísrael hevur aftur í ár "OPIÐ HÚS" á Ólavsøku. Hetta er tíggjuna árið á rað, at fólk hava høvi at støkka inn á gólvið í Sloans húsum, har ein kaffimuður við onkrum góðum afturvið er at fáa. Filmur úr Ísrael verður at síggja; kunnað verður um arbeiðið í felagnum og ein lítil bóka- og fløgusøla er eisini.
Báðar dagarnar, Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag er opið kl. 15.00 til 20.00.
Ólavsøkuaftan kl. 16.00 hugleiða Elsa og Róland í Skorini um Ísrael, landið og fólkið. Eisini fara Lena og Niclas at syngja nakrar sangir.
Øll eru hjartaliga vælkomin
les meira áwww.shalom.fo