Oyggjaleikirnir 2021 útsettir

ítróttur27-09-2020 - 08:46 - Jóanis Nielsen

Aðalfundur hevur í dag verið í Altjóða Oyggjaleikanevndini (IIGA). Á aðalfundinum bleiv kunngjørt, at Oyggjaleikirnir 2021, sum skuldu verða á Guernsey, verða útsettir. Á aðalfundinum bleiv áherðsla løgd á, at Oyggjaleikirnir verða útsettir og harvið er ikki talan um eina avlýsing av Oyggjaleikunum á Guernsey.

Avgerðin at útseta Oyggjaleikirnar er tikin í samráð millum fyriskipararnar á Guernsey og Altjóða Oyggjaleikanevndina, og er grundað á Covid-19 støðuna.

Sí eisini viðhefta tíðindaskriv frá Altjóða Oyggjaleikanevndini og video við heilsan frá formanninum í Oyggjaleikanevndini Jorgen Pettersson:https://vimeo.com/461439807/c9dab8bebe