Paratriatlet Hávard Vatnhamar

ítróttur17-06-2018 - 19:10 - Jóanis Nielsen

Hávard Vatnhamar vann bronsuheiðursmerki í 2018 Besancon ITU Paratriathlon World Cup í Frankarríki.

Hetta er aðru ferð at Hávard luttekur í hesaristevnuni, og aðru ferð at hann er millum top 3 í altjóða kapping.
Kappingin er liður í royndini at vinna sær atgongd til Paralympisku leikirnar, og er hetta eitt stórt stig á leiðini.
Í 2017 gjørdist Hávard nummar 9 í somu kapping, so sigast má at pílarnir peika rættan veg.
Hjartaliga tillukku Hávard skrivar Parasport Føroyar.