Páskadagur á heysti

mentan13-09-2021 - 18:07 - Jóanis Nielsen

Páskadagur á heysti

Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr …”Evangeliið eftir Jóhannes kp. 11.

Komandi sunnudagur er tann sekstandi eftir tríeindardag. Hóskandi er at dagurin hevur fingið navnið páskadagur á heysti, nú báðir prædikutekstirnir snúgva seg um uppreisn frá deyðum. Annar er um, tá ið Jesus vekir upp Lásarus, og hin, tá ið hann vekir upp sonin hjá einkini í Nain.

Tíðin á heysti, tá ið alt í náttúruni følnar og doyr, vera vit mint á, at vit einaferð skulu fara her frá. Men sekstandi sunnudagur eftir tríeindardag skal minna okkum á, at deyðin ikki er tað seinasta.

Fyri vísindini og vantrúnni er tað æviga lívið ikki til, tað er ein illusjón, ein følsk vón. Sum kristin kunnu vit heldur ikki við einum gulum skjali í hondini vátta eitt ævigt lív fyri teimum. Tí kann tað tykjast sum punktum verður sett á gavarbakkanum. Hyggja vit við vantrúnnar eygum runt um okkum í kirkjugarðinum, so liggja Maria og Jógvan akkurát sum vit ein dagin løgdu tey har, tey hava ikki flutt seg eitt vet. Tey eru júst eitt tekin um, at deyðin er tað seinasta. Einasta broyting við teimum, er, at tey eru vorðin dust; og hvussu hart prestur rópar niður í grøvuna um uppreisn likamsins og ævigt lív, so rørir hetta ikki tey, sum har liggja, oyru teirra eru fullkomuliga deyv fyri slíkari frómari talu; ta er sum grøvin rópa upp í andlitið á presti: Tað er ósatt, sum tú sigur! Kirkjugarðurin heldur tí sína orðaleysu prædiku, ikki um ævigt lív, men um ævigan deyða.

Løgið, at vit sum børn skuldu unnast illa at ganga framvið kirkjugarðinum um kvøldarnar, tí er tað nakað stað á fold, ið kann rópast eitt friðaligt stað og eitt umhvørvi uttan kriminalitet, so má tað vera kirkjugarðurin. Søgan er tí ikki so býtt um hýruvognsførarin, tá ið ein troyttur sjómaður kom í land av skipi, og bað bilførarin koyra seg á eitt friðarligt stað, og hesin setti hann av við kirkjugarðin, hóast sjómaðurin hugsaði um eitt stuttleikastað.

Vísindin og vantrúgvin siga, at kirkjugarðurin er endin, hann er tað seinasta. Tí er teirra formur at kasta jørð: Av mold er tú komin, at mold skal tú verða, punktum.

Ein annar kirkjugarður

Men hoyr her: Kristna trúgvin veit nakað annað at siga enn vantrúgvin, vísindin og aðrir átrúnaðir. Tað var einaferð ein kirkjugarður, sum helt eina aðra prædiku, eina prædiku um størsta sigur, ið nakrantíð er vunnin. Hesin kirkjugarður var lítil, og har fanst bara ein grøv. Ein maður, sum nevndist Jósef frá Arimateu átti hann. So kennast vit við hann frá hinum páskamorgni. Hann, sum lá í tí grøvuni kann nikka samtykkjandi og svara presti: Tað er satt, sum tú sigur, eg eri uppreisnin og lívið! Grøvin var komin at taka um ein, sum hon ikki orkaði at halda føstum, hann sleit seg úr hondum hennara. Tí kunnu vit nú leggja afturat, tá ið jørð verður kastað á tey deyðu: Úr mold skal tú aftur rísa upp!

Hóast forboð, forfylging og óteljandi avrættingar av kristnum, so breiddi boðskapurin um hendingina í hesum lítla kirkjugarði seg til øll ættarlið kring allan heimin. Og fram til okkara tíð hevur hann verið heimsins størsti átrúnaður, hóast vit í dag síggja at gongdin er vend og aðrir átrúnaðir taka yvir.Páskaheilsanin úr hesum lítla kirkjugarði, hevur givið teimum kristnu rætt at trúgva á eitt ævigt lív, og tey kunnu nú taka undir við Paulusi, tá ið hann sigur: ”Nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur.”

Eftir páskamorgun er deyðin bara ein fugladúrur. Norski presturin Magnus Landstad yrkir:

Eg veit mær ein blund í Jesu navn,

tá lívið til deyða hallar,

tá foldin meg tekur blítt í favn

og móðurliga meg ballar,

tá sálin hjá Guði væl er goymd,

og burt eru sorgir allar.

Tað er svøvnurin í ørmum frelsarans. Í ørmum hansara er tað æviga lívið.

John S. Myllhamar