Pensjónin hjá monnum er 25% hægri enn hjá kvinnum

vinna22-10-2020 - 07:57 - Jóanis Nielsen

Menn í Føroyum hava eina pensjónssamansparing, sum er 25% hægri enn hjá føroyskum kvinnum. Tað vísa nýggj tøl hjá BankNordik.

Hyggja vit eftir muninum millum kynini og hvar í landinum, fólk eru búsett, vísa tølini, at kvinnur búsettar uttan fyri Tórshavnar kommunu hava ta lægstu pensjónssamansparingina.

Munurin er størstur uttan fyri Tórshavnar kommunu

Munurin á pensjónini hjá kvinnum og monnum er størstur millum tey, sum búgva uttan fyri Tórshavnar kommunu. Har hava menn eina pensjónssamansparing, sum er 38% hægri enn hjá kvinnunum. Hyggja vit harafturímóti eftir muninum millum kynini í Tórshavnar kommunu, hava menn eina pensjónssamansparing, sum er 12% hægri enn hjá kvinnunum.

Tað er so at siga eingin munur á pensjónssamansparingini millum menn í og uttan fyri Havnina, meðan munurin millum kvinnurnar er lutfalsliga stórur. Kvinnur, ið eru búsettar í miðstaðarøkinum, hava eina pensjónssamansparing, sum er 23% hægri enn hjá hinum kvinnunum.

Orsøkin til munin millum kynini

Hyggja vit eftir inntøkuni hjá føroyingum, so vísa tølini, at menn í miðal hava eina hægri inntøku enn kvinnur. Eisini síggja vit, at fleiri kvinnur enn menn arbeiða parttíð, og at tað í nógv størri mun eru kvinnurnar, sum fara í barnsburðarfarloyvi. Harafturat velja kvinnur ofta størv, ið geva eina lægri inntøku. Orsakirnar til munin á pensjónini hjá kvinnum og monnum eru sostatt fleiri og samansettar.

«Munurin á fíggjarstøðuni hjá kvinnum og monnum er ein strukturel avbjóðing í okkara samfelagi. Og nú vit síggja ein so týðiligan mun á pensjónini hjá kvinnum og monnum, samstundis sum nógv staðfesta í nýggjari kanning, at tey ikki hava nóg gott innlit í síni pensjónsviðurskifti, hevur tað stóran týdning, at vit sum samfelag varpa ljós á evnið og taka støðuna í álvara. Tað er umráðandi, at bæði kvinnur og menn seta seg inn í síni pensjónsviðurskifti, tí tað er tann einstaki – og ikki makin ella eitt fakfelag – sum hevur ábyrgd av síni fíggjarstøðu», sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Kanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri BankNordik herfyri, vísti, at góð 85% ikki hava nóg gott innlit í síni pensjónsviðurskifti. Av teimum spurdu kvinnunum, siga 37% seg als einki innlit hava í síni pensjónsviðurskifti, meðan knapt 30% av monnunum siga tað sama.

Nærri kunning

Turið F. Arge, rakstrarstjóri, tel. 230 678 og teldupostur: tfa@banknordik.fo

Tølini, sum eru nevnd omanfyri, taka støði í miðvirðinum. Miðvirði merkir, at pensjónssamansparingarnar verða skipaðar frá teimum lægstu til tær hægstu, og síðani verður mittasta pensjónssamansparingin brúkt. Miðvirðið er helst eitt meira hóskandi mát enn miðaltalið, tí miðaltalið kann ávirkast av nøkrum fáum stórum pensjónssamansparingum.

Harafturat fevna tølini um kundar hjá BankNordik, og tølini skulu takast við fyrivarni, tí at fleiri kundar kunnu hava sína pensjónssamansparing hjá fleiri feløgum.