Petur Mittún setti Ólavsøkuna - røðan

mentan31-07-2019 - 14:47 - Jóanis Nielsen

Góðu áhoyrarar, góðu ólavsøkugestir, góðu føroyingar

Nú Tórshavnar ítróttarráð aftur í ár skipar fyri ólavsøkusetanini - og vit hava tann støðugt vaksandi skaran av ítróttarfólki í Havn her frammanfyri okkum - haldi eg tað vera hóskandi at taka útgangsstøði í ítróttinum; nú mær er sýndur tann stóri heiður at seta ólavsøkuna.

Lat meg byrja við at taka tykkum við mær 25 ár aftur í tíðina. Vit fara inn í skiftirúmið hjá monnum í høllini á Hálsi, beint undan einum hondbóltsdysti. Vit skulu spæla ímóti besta liðnum hjá H71.

Vanliga er huglagið spent. Vanliga eru menn hugsavnaðir – men hendan dagin er øðrvísi. Vit práta og flenna, hóast tað bert eru fáir minuttir, til dysturin verður bríkslaður í gongd.

Sjálvt um vit vita, at alt kann henda í ítrótti, so vita vit eisini, at dystir ímóti H71 altíð eru rímiliga lættir. Vit vita, at vit eiga at vinna á hesum lítla felagnum uttan stórvegis hóvasták.

Soleiðis var tað... Tá!

Men í dag er einki av hinum liðunum, sum undirmetir H71. Felagið er nú heilt frammi í oddinum og hevur vaksið seg stórt og sterkt.

Okkurt er týðiliga broytt hesi seinastu árini – men hvat?

Í stuttum er søgan, at ein nýggj nevnd kom til. Ein nevnd, sum hugsaði stórt, sá møguleikar og setti sær langtíðarmál um at fáa lítla felagið at mennast.

Tey høvdu ikki nógvar pengar at arbeiða við. Og tey høvdu stórt sæðeingi úrslit at vísa á, fyri at vinna undirtøku millum fólk.

Hvat gjørdu tey so?

Jú, tey fingu sjálvboðin at hjálpa til. Tey fingu fólk at innvolvera seg, tí tey vistu, at jú fleiri arbeiða saman ímóti sama máli – jú lættari verður tað.

Hetta ger seg galdandi á øllum økjum. Bæði tá tað kemur til frítíðarítriv, mentan, politikk ella at fremja áhugamál hjá minnilutabólkum.

Tað, sum vit sjálvboðin nýta tíð uppá, fær ein serligan týdning fyri okkum. Vit verða góð við tað.

Víðskygd fólk við visjónum kunnu broyta nógv. Men treytin er, at tey fáa fólk afturat sær.

Og tí eru tey sjálvbodnu í Føroyum ein sterk og alneyðug drívmegi, ið eg fegin vil heiðra í dag.

Í Hoyvíksfelagnum varð málið at menna egnar leikarar, og at geva øllum –heilt frá smæstu børnunum til vaksnamannadeildirnar – somu góðu venjing.

Sama hvørji evnini tóktust vera frá Skaparans hond, skuldu øll fáa somu viðferð og sama seriøsa tilboð.

At seta sær so stór mál – og stórt sæð bara byggja tað á sjálvboðið arbeiðið – tað er djarvt.

Men tað er eisini gevandi.

Tað hava so mong við mær ásannað. Tí óteljandi feløg, rørslur og samkomur hava gjøgnum tíðirnar bygt á júst sama prinsipp.

Vóru hesi sjálvbondu ikki, kunnu vit spyrja, hvussu nógv lív í grundini mundi verið í Føroyum. Tí bæði ítróttarlívið, skótalívið, trúarlívið, mentanarlívið og frítíðarlívið hvíla í stóran mun á teimum sjálvbodnu.

Og tað eru júst alt hetta lívið, sum skapar samanhald og trivnað – ja, er límið í samfelagnum.

Uttanlands síggja vit eitt rák, har støðugt færri vilja hjálpa til. Tey hava ikki tíð.

Innan ítróttin verður tað í stóran mun bara væntað, at onkur annar skal lofta børnunum – og tryggja teimum bæði persónliga menning, góða venjing og topp úrslit, tá foreldrini seta tey av hjá ítróttarfeløgunum fleiri ferðir um vikuna.

Og andsøgnin við hesum rákinum er, at meðan tað eru færri, sum bjóða seg til, eru fleiri, sum seta hægri krøv.

Spakuliga sníkir hetta rákið eisini seg til Føroya. Men vandin við hesum rákinum er, at ov nógv verður hongt á tær fáu trúføstu herðarnar, so eisini tær gevast. Og hvat er so eftir?

Eg veit, at tað er so innan ítróttin. Og eg giti, at sama rák man síggjast á øðrum økjum við.

Í Íslandi, sum er væl frammanfyri okkum á hesum øki, er ein partur av loysini tað sonevnda “Frístundakortið”. Kortið gevur øllum børnum undir 18 ár eina ávísa upphædd frá kommununum, sum tey so frítt kunnu nýta til limagjald í ymisku felagsskapunum.

Hetta gevur felagsskapunum betri fíggjarligar karmar, so teir fáa bjóðað børnum og ungum eitt enn betri tilboð.

Og eg vil hervið senda eina áheitan til myndugleikar og kommunur í Føroyum, sum í dag eru ein sera góður viðspælari, um at virðismeta tað stóra arbeiðið, sum fer fram í ymisku felagsskapunum, enn meira, enn gjørt verður í dag.

Til dømis við at nýta loysnina við ”Frístundakortinum”, sum okkara grannar fyri norðan hava hepnast so væl við.


Men so leingi, sum ítróttur og onnur frítíðartilboð hava so trong fíggjarlig kor, hvílir alt á teimum sjálvbodnu.
Og tey gerast støðugt færri.

Eg sigi hetta ikki fyri at harta fólk hendan hátíðardag.

Heldur vil eg venda tí og siga, at fyri okkum hevur stóri vinningurin við sjálvbodna arbeiðinum verið, at vit havi verið nógv saman við okkara børnum.

Og tað er ofta tað, vit sum foreldur ynskja okkum meiri av. At vera saman við børnunum og gerast ein virkin partur av teirra lívi.

At vinna og tapa saman við teimum og vinfólkum teirra. Tí at vera partur avvenjingini og menningini gevur nakað, sum leysa prátið við døgurðaborðið ongantíð kann geva.

Misskil meg ikki. Vit skulu ikki feia vegin fyri børnunum og tryggja teimum eina mótstøðufría tilveru, men heldur gerast ein virkin partur av tí, tey fara ígjøgnum – bæði tí góða og tí minni góða.

Og tað er ein sannroynd, at hóast vit hava brúkt nógvar tímar, so hava vitfingiðso nógv meiri, enn vit halda okkum havagivið.

Fyrst og fremst tíð saman við børnunum, men eisini ein sterkan felagsskap, sosialt umhvørvi og góðar vinir.

Tey, sum eru virkin innan trúarlív, mentanarlív, tónleik, skótar, hjálparfelagsskapir ella aðrar ítróttargreinar munnu kenna hetta aftur.

Felags fyri øll man vera staðfestingin av, at tað er gevandi at geva. Og jú fleiri eru við, jú stuttligari verður tað. Bæði gráar gerandisdagar og tá úrslitini síggjast.

Og eitt av framúr góðu úrslitunum fingu vit, tá U-17 dreingirnir vunnu European Open í juli.

Eg stóð sjálvur millum nógvu føroyingarnar á áskoðaraplássunum í Gøteborg. Alt kókaði - og tað gjørdi tað eisini í Føroyum, havi eg skilt.

Tað er jú eitt sindur sum humlubi'in, ið ikki eigur at kunna flúgva. Ungu dreingirnir tóktust ikki vita av, at tað, sum teir megnaðu, er óhoyrt.

Tað er eisini óhoyrt, at Sverri Nielsen í ár skuldi vinna World Cup í rógving. At Pál Joensen skuldi vinna EM og HM heiðursmerki. At Eivør og fleiri við henni kunnu liva av tónleikinum. At føroyingarnir komu aftur frá Special Olympics við fleiri heiðursmerkjum. At Andrias Høgenni vann í Cannes. Og at føroyskur fótbóltur - hesuferð við KÍ á odda - enn einaferð hevur sett Føroyar á altjóða fótbólstkortið.

Hesi avrikini savna okkum. Og tey birta hetta serliga ernið um tað, vit megna, hóast vit eru fjarskotin og fáment. Ernið av, at vit eru føroyingar.

Tað tykist vera støðugt styttri ímillum sensatiónirnar.

Hvussu ber tað til? spyrja fólk.

Jú, fortreytin - undir stórt sæð øllum tí, sum hendir í Føroyum - er, at onkur setur sær eitt mál og at onnur síðani hjálpa til. At sjálvboðin stuðla og lyfta.

Sjálvt ólavsøkan – tjóðarhátíðin - sum ár um ár endurnýggjar seg, samstundis, sum hon heldur fast um gamlar siðir, byggir á sjálvboðið arbeiði.

Allastaðni, sum tit fara um ólavsøkuna - alt frá ítrótti, til tivoli - frá møtum til konsertir og listasýningar - síggja tit úrslitið av óteljandi, ósjónligum sjálvbodnum tímum.

Í okkara lítla landi kunnu vit ikki taka nakað fyri givið. Einki kemur av sær sjálvum.

Alt hvílir á, at “onkur” tekur eitt tak. At vit øll taka eitt tak. Onkustaðni. Eftir førimuni.

Á U17 landsliðinum, sum knúlvaði allar tær stóru hondbóltstjóðirnar, vóru fleiri leikarar úr H71. Felagnum, sum vit fyri fáum árum síðani ikki roknaðu fyri nakað serligt.

Søgan um H71 er bara eitt dømi um samanhaldið og úrslitini, sum spíra, tá vit hjálpast at. Júst tann sama søgan er galdandi innan so nógv øki og kring alt landi.

Og millum øll tey mongu, sum spakuliga eru við til at toga rætta vegin, vænti eg ikki, at vit finna nakran, sum angrar tað.

Tey flestu munnu staðfesta, at sjálvbodna arbeiðið altíð er stríðið vert.

So mín greiði boðskapur í dag er hesin: aftra teg ikki við at hjálpa til. Blív venjari ella leiðari. Hjálp til, tá kappingar ella stevnur eru. Far uppí nevndina ella melda teg sum vaskihjálp, dómara ella fyriskiparað.

Uppgávurnar og tørvurin munnu vera nøkulunda eins innan øll áhugafeløg, trúarbólkar og listarligt virksemi. Øll hava tørv á sjálvbodnum.

Ger tað fyrst og fremst fyri teg sjálvan, tíni áhugamál - og tíni børn.

Men eisini fyri at styrkja og menna tað ríka lívið, sum ger, at vit tíma at búgva her – og sum ger okkum øll so errin. Sum ger, at vit yvirhøvur hava nakað at savnast um gjøgnum árið – og nú á ólavsøku.

Hervið lýsi eg ólavsøkuna 2019 at vera setta.

Takk fyri.