
Polar Princess kemur á Kollafjørð at landa makrel
vinna11-09-2019 - 13:58 - Jóanis Nielsen
Grønlendski trolarin Polar Princess er á veg á Kollafjørð við 500 tonsum av makreli, sum teir skulu landa í Kollafirði.
Polar Princess hevur fiskað í altjóða sjógvi, tætt norðanfyri føroyska markið.
Leivur á Rógvi skipari sigur, at tað hava verið ring líkindi á makrelfeltinum norðanfyri.