Polar Princess kemur á Kollafjørð í dag

vinna15-08-2019 - 10:29 - Jóanis Nielsen

 Grønlendski trolarin Polar Princess kemur á Kollafjørð í dag við 1.000 tonsum av heilfrystum makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Polar Princess liggur í løtuni eystur úr Eystnesi, teir bíða eftir at sleppa framat í Kollafirði.

Teir hava roynt í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið.

Tað eru nakrir føroyingar við Polar Princess, skipari er Leivur á Rógvi úr Vestmanna.