Ponyríðing á Kollafjarðardøgunum

mentan17-09-2021 - 11:01 - Jóanis Nielsen

Leygardagin 18 september kl. 15-17 skipar ríðifelagið Dalaross fyri ponyríðing við læknamiðstøðina í Kollafirði.

Eisini verður møguleiki at keypa sær drekka og kaku.
Ponyríðingin verður beint eftir stóra barnatiltakið hjá Rògva Dam & co. sum verður í ítróttarhøllini.
Við vón um at síggja nógv fólk.
Ponyríðing 30 kr
Kaffi 10 kr
kaka 10 kr