Prince avlýsir í morgin - broytingar á leið 60

06-10-2019 - 18:02 - Jóanis Albert Nielsen
Fyribils eru tvær avlýsingar hjá SSL í morgin.

Talan er um leið 7, sum er leiðin millum Tórshavn og suðuroynna. Prince siglur ikki í morgin. 

Spógvin siglur heldur ikki í morgin, tað er leið 61, sum er millum Hest og Gomlurætt.

Tvær broytingar eru eisini, og tað eru á leið 60 og 61.

Vegna veður, byrjar Teistin at sigla kl.08:10 úr skopun.Fráferðirnar kl.06:45 og 07:25 eru sostatt avlýstar.