Prísurin á diesel er fallin við 15%

Vinna22-03-2020 - 11:10 - Jóanis Albert Nielsen
Koronavirusið, sum herjar í løtuni, hevur eisini ávirkan á bensin-prísurnar í Føroyum. Vit hava gjørt eitt yvirlit yvir prísirnar hjá EFFO og Magn í Føroyum. Tølini vísa, at tað er EFFO ið fyrst koyrir prísirnar niður, og so fylgir Magn við dagin eftir.

Bæði hjá Magn og EFFO er prísurin á bensini farin niður við 8,7% síðani 5. mars. Samstundis er prísurin á diesel fallin 15,2 %.

Prísir 5. mars 6. mars 8. mars 9. mars 10. mars 11. mars 12. mars 16. mars 17. mars 19. mars 20. mars
EFFO Blýfrítt 9,19 kr. 9,09 kr. 9,09 kr. 8,78 kr. 8,78 kr. 8,53 kr. 8,53 kr. 8,45 kr. 8,45 kr. 8,39 kr. 8,39 kr.
EFFO Diesel 7,64 kr. 7,54 kr. 7,54 kr. 7,23 kr. 7,23 kr. 6,98 kr. 6,98 kr. 6,66 kr. 6,66 kr. 6,48 kr. 6,48 kr.
Magn Blýfrítt 9,19 kr. 9,19 kr. 9,09 kr. 9,09 kr. 8,78 kr. 8,78 kr. 8,53 kr. 8,53 kr. 8,45 kr. 8,45 kr. 8,39 kr.
Magn Diesel 7,64 kr. 7,64 kr. 7,54 kr. 7,54 kr. 7,23 kr. 7,23 kr. 6,98 kr. 6,98 kr. 6,66 kr. 6,66 kr. 6,48 kr.