Privat sjúkratrygging

vinna24-06-2019 - 14:02 - Jóanis Nielsen

MEINING - Hilmar Augustinussen, nevndarlimur í Starvsmanafelagnum:

Hoyrdi einaferð sagt: ”Tað má aldrin koma peningur millum lækna og sjúkling.”

T.v.s., at tú sleppur framat hjá lækna, um tú eigur nógvan pening.

So privat sjúkratrygging ljóðar sera gott. Og er hetta nakað, ið nakrir flokkar hava selt seg upp á til fólkatingsvalið. Tí hevur tú eina sjúku, so sleppur tú nógv skjótari til lækna, um tú hevur eina trygging eisini. Tryggingarfeløgini hava jú stóran pengatangar.

Trupulleikin er bara, at tað er ein og sami lækni, ið goldið verður fyri, tí tað eru ikki fleiri læknar, og um tú stendur við einum túsundkrónu seðli í hondini og onkur annar stendur við 100.000 krónum, so veit eg hvør fær viðgerðina Og minnist til, at hetta hevur einki við læknan at gera.

Viðgerartrygd skulu vit øll hava. Og hana hava vit øll. Onkur er sjálvandi, ið hevur pening at gjalda privata sjúkratrygging við, og tað skulu tey ikki forðast í. Men tað má aldrin fáa landið at minka um sína játtan til sjúkrahúsverkið. Ella fáa ein politikara valdan á Løg-, ella Fólkating.

Sum nevndarlimur í Starvsmannafelagnum veri eg ofta spurdur, hví vit, sum felag, ikki gera hetta fyri okkara limir. Og, sera gott hugskot vildi onkur sagt.

Her kann eg bara siga, ”tað fari eg nokk aldrin” skjóta upp fyri nevndini. Og eg fari at gera tað eg kann, fyri at hetta ikki skal gerast tann almenna støðan. Sum sagt áður. Tað má aldrin koma peningur millum lækna og sjúkling.

Vit hava í løtuni læknatrot í Føroyum. Hví tosa politikkarar ikki heldur um at styrkja tað almenna sjúkrahúsiverkið. Eitt sjúkrahúsverk, ið hevur fingið ov lítið til raksturin í nógv ár.

Einaferð segði ein politikari í útvarpinum at sjúkrahúsverkið hevði ovmikið av peningi. Løgið, at hetta skal sleppa at standa ósvarað. At tíðindafólk ikki krevja eitt nágreiniligt svar.

Fleiri læknar, fleiri sjúkrarøktarar, ja eitt sterkari sjúkrahúsverk fyri ØLL. Og ikki bara tey fáu ið hava pening at keypa sær eina trygging fyri.

Okkum nýtist fleiri læknahold og ikki fleiri hættir at fáa pening frá fólki. Tí givið er, at tryggingarfeløg fara bara við í hetta, um botnlinjan gerst svartari.

Tí vil eg, sum nevndarlimur í Starvsmannafelagnum siga: Viðgerartrygd til øll. Og tú skal ikki spyrjast, um tú hevur finansirnar í ordan, ella okkurt plastkortat gjalda við, fyri at sleppa framat.

Kelda: starvsmannafelagið.fo