Privata vinnan tillagað seg minni eftirspurning

vinna18-01-2021 - 13:22 - Jóanis Nielsen

 Almenni lønarvøksturin var næstan óbroyttur í fjør, meðan privata vinnan sær út til at hava tillagað seg minni eftirspurninginum.

Sambært nýggjastu hagtølunum frá Hagstovu Føroya var vøksturin í samlaðu lønargjaldingunum 2,1% í 2020. Hetta er minsti vøksturin í lønargjaldingunum síðan 2013, tá ið hann var 1,3%.

 

Nógv tann størsti parturin av føroysku lønunum verður útgoldin í tænastuvinnunum. Í 2020 vórðu 64% av samlaðu lønunum útgoldnar í privatu og almennu tænastuvinnunum, 19% vórðu útgoldnar í fiski- og øðrum tilfeingisvinnum og 17% vórðu útgoldnar í byggi- og øðrum tilvirkingarvinnum.

 

Vøksturin í almennu lønargjaldingunum var eitt vet minni í fjør enn árini frammanundan. Í 2020 var vøksturin í almennu lønargjaldingunum 4,7% samanborið við 5% undanfarnu tvey árini.

 

Í privatu vinnunum var munurin størri.

 

Í privatu tænastuvinnuni var eingin vøkstur í lønargjaldingunum í 2020. Undanfarnu tvey árini lá lønarvøksturin um 5% í privatu tænastuvinnunum.

 

Í byggi- og tilvirkingarvinnunum var vøksturin í lønargjaldingunum 5,4% í 2020. Hetta er munandi minni lønarvøkstur enn undanfarnu trý árini, tá árligi lønarvøksturin í byggi- og tilvirkingarvinnunum lá millum 12 og 15%.

 

Í fiski- og tilfeingisvinnunum minkaðu lønargjaldingarnar 1,8% í 2020. Lønargjaldingarnar í fiski- og tilfeingisvinnunum sveiggja meira enn í øðrum vinnum, av tí at hesar eru tengdar at fiskaprísunum. Í 2019 vuksu lønargjaldingarnar 8,6% og í 2018 minkaðu lønargjaldingarnar 0,2% í fiski- og tilfeingisvinnunum.   

 

Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at gongdin í almenna og privata lønarvøkstrinum er ymisk. Privata vinnan tillagar vanliga sítt virksemi beinanvegin, tá ið eftirspurningurin í samfelagnum broytist. Í 2020 vóru fleiri størri verkætlanir lidnar, og tað eru ikki so nógvar nýggjar verkætlanir á radaranum í løtuni. Samstundis fingu ferða- og útflutningsvinnurnar ein diggan frammaná, tá ið koronafarsóttin breiddi seg um allan heimin.

 

Almennu lønargjaldingarnar eru harafturímóti ikki so nógv stýrdar og ávirkaðar av brádligum broyting­um í eftirspurninginum í samfelagsbúskapinum. Hetta er helst orsøkin til, at vøksturin í privatu lønar­gjaldingunum minkaði rættiliga nógv í mun til almenna lønarvøksturin, sum næstan stóð í stað í fjør, tað skrivar Vinnuhúsið.