Rætting í smb v skerd ferðafólkatøl

vinna18-03-2020 - 16:04 - Jóanis Nielsen

Í gjár legði Strandferðslan kunning út á heimasíðuna um skerjing av ferðafólkatølum á skipsleiðunum:https://www.ssl.fo/fo/tidindi/tillaging-i-ferdafolkatolunum-umbord-a-skipunum-hja-ssl/

Har varð m.a. víst á, at ferðafólk kundu sita í bilinum á bildekkinum á Sam og Smyrli.

Strandferðslan vil hervið vísa á, at hetta skrivið er rættað.

Tað er bert loyvt hjá ferðafólki at sita í bilinum undir sigling á Smyrli í heilt serligum førum, har tað er mett neyðugt fyri at verja manning og ferðafólk ímóti smittuvanda.

Á Sam kunnu ferðafólk ikki verða í bilinum undir sigling.