Rankin og Heykur fullfermdir av upsa

vinna11-09-2017 - 16:43 - Jóanis Nielsen

 Rankin og Heykur komu fullir undir lúkurnar á Runavík tíðliga í morgun, teir hava landað til Faroe Origin, tilsamans høvdu teir 420.000 pund.

Teir byrjaðu túrin vestanfyri, men fluttu seinast í vikuni eysturum.

Sum vit frætta, so fáa upsabátarnir nógv.