Rebekka skal ríða DM

ítróttur19-06-2019 - 08:51 - Jóanis Albert Nielsen

Í DØGUNUM 27 TIL 30 JUNI VERÐUR KAPPAST UM DM Í GÆÐINGAKEPNI, IÐ ER SERGREIN INNAN RÍÐING VIÐ ÍSLANDROSSUM, MILLUM LUTTAKARARNAR VERÐUR FØROYSKA REBEKKA DAHL MCBIRNIE - VIT HAVA HITT REBEKKU

Hvussu hevur tú kvalifisera teg til DM í gæðingakeppni, og hvussu gekk?

Runt um alt Danmark eru sokallaðar úttøkukappingar. Hettar eru kappingar sum man luttekur í, fyri at royna at fáa ein ávísan karakter, sum krevst fyri at luttaka til donsku meistaraskapini. Krøvini eru ymisk fyri hvørja grein, eg ríði tað man kallar B-flokkur, sum er fyri tey fjórgongdu rossini, har man vísur seint, og skjótt tølt, trav, fet, og tvíspor. Til hesa greinina var kvalifikatións markið sett til 8,00, og eg megnaði at fáa 8,30 so tað gekk super gott haldi eg sjálv!

Hvørjum rossi ríðir tú á?

Eg ríði á mínari egnari fittari 17 ára gamlari Dorit frá Gauksmýri, sum eg tók við mær niður til Danmarkar frá Føroyum í septembur mánað síðsta ár.

Hvussu leingi hevur tú riði gæðingakeppni?

Altso, hettar var faktiskt bara mín næsta gæðingakeppni kapping nakrantíð. Reið tí fyrstu beint áðrenn ársskifti, og so hava vit bara fokusera uppá at venja og venja so bæði eg og Dorit vóru heilt klárar til tá vit skuldu ríða úttøku. Gæðingakeppni er eisini øðrvísi at ríða í mun til ‘sport’ kappingarnar vit hava í Føroyum, altso sum fjórgongd og tølt, so tað krevur eitt sindur at trening til at venja seg við at ríða eitt annað slag av kappingum enn man er vanur til; Men tað gav so úrslit til endans

Hvussu gomul ert tú og hvussu leingi hevur tú riði?

Eg eri 24 ára gomul, og byrjaði at ríða beint um skúlaaldur í Portugal á ‘stórum rossum’, men síðani vit fluttu heimaftur til Føroyar nøkur ár seinni hildi meg til tey íslendsku rossini.

Arbeiðir tú burturav við rossum?

Ja, eg havi arbeitt á einum rossagarði sum liggur tætt við Vordingborg í Danmark, í skjótt 9 mánaðir. Her ríði eg ungross til, gongseti tey, læri tey grundøvilsir osv. Eisini treni eg tey royndu rossini til kappingar, eller kynbótasýningar, og haldi tey í góðum formi og konditión. Afturat tí havi eg undirvíst eitt sindur herniðri, og hildi skeiðir innan kappingarfyrireiking. Eg var sportdómari frammanundan, og bleiv í januar eisini útbúgvin sum gæðingakeppni dómari.

Hvat eru vónirnar til DM?

Altso har er klárt nøkur ting sum eg meini vit kunnu gera betri, sum vit sjálvandi líka fara at hyggja uppá áðrenn kappingina, men eg havi heilt sikkurt góðar vónir! Eg reið eitt sindur trygt til úttøkuna, altso eg pressaði ikki Dorit heilt uppá max, fyri at tryggja at programmið bleiv væl gjøgnumført, men til DM havi eg ætlanir um at geva tí alt vit kunnu!

Hvat eru tínar framtíðarætlanir innan ríðing?

Tað er ringt at siga beint nú. Aftana summar byrji eg vónandi á djóralæknaskúla í Keypmannahavn, so har fara nøkur ár við hørðum lesnaði, meeen eg fari nokk ikki at klára at sleppa rossunum heilt, so er gott at garðurin eg arbeiði á bert liggur 1 tímar vekk, kanska eg sleppi at lána eitt ross innímillum tá abstinensirnir vera for ringir - Men eg taki heilt sikkurt rossini uppaftur einaferð, um tað erí Føroyum ella Danmark skal eg ikki kunna siga, men einki eitur at droppa ross og ríðing, tað fer aldrin at henda