Reka nú grindina vestur við sørvágsbjørgunum

21-08-2018 - 16:15 - Jóanis Nielsen

 Vit hava júst tosað við ein av bátunum, sum er hjá grindini. Teir reka hana nú vestureftir t.v.s. at ætlanin er at fara á Bø við grindini, bátarnir eru staddir 3 fj. eystur úr Tindhólmi.

Uppd. kl. 16.51 - Nú er rákið vent vesturi undir Sørvágsbjørgunum, grindin gongur nú spakuliga eystureftir t.v.s. ímóti Presttanga - men hon er ring at fáast við, hon gongur í tveimum bólkum.

Uppd. kl. 17.15 - Tað gongur ongan veg, grindin er ring at fáast við, hon er nú stødd miðskeiðis millum Tindhólm og Presttanga, kanska heldur nærri Presttanga.

Hvussu leingi bátarnir fara at royna at fáa rakstur á grindina vita vit ikki enn.

Uppd. kl. 17.50 - Enn er ikki fingin rakstur á grindina. Teir høvdu tó fingið rakstur á ein lítlan bólk, sum teir róku vestureftir, men so kavaði hann og fór við sjógv á bak aftur til hin bólkin, sum lá og grindaðist í sama stað, har hann hevur ligið meginpartin av degnum.

Uppd. kl. 18.41 - Tað fæst ikki rakstur á grindina, tað eru 15 bátar hjá grindini, men um teir ikki fáa rakstur á hana skjótt, so verður ov seint.