Rivjakvøld í Gamla Seglhúsinum

Mentan27-10-2019 - 20:11 - Jóanis Albert Nielsen

Leygarkvøldi 9. november 2019, verður lagt upp til eitt spennandi rivjakvøld, har matarlepin er beint fram, nevniliga riv úr Eystfellinum, eplir og rugbreyð.

Omaná verður Rís a'la mande og kaffi.
Harafturat verður okkurt leskandi frá grannanum, Føroya Bjór.
Felagssangur, undirhald og møguleiki hjá luttakarum at fortelja onkra góða eisini.
​Byrja verður kl. 20:00 og vit enda á miðnátt.
Atgongumerkir kunnu keypast umvegis fylgjandi leinkju:

https://www.atgongumerki.fo/1007068/rivjakv-ld-i-gamla-seglhusinum