Røða í sambandi við Túnatónar í Mykinesi

18-08-2019 - 16:36 - Jóanis Albert Nielsen

Góðu gestir

Í byrjanini, t.v.s. fyri umleið 1.500 árum síðani, hildu einabúgvar og munkar til her vesturi í Mykinesi, tí her var gott at dyrka Gud. Himmalin er høgur og sjónarringurin víður. Frá rannsóknunum hjá plantufrøðinginum Johannes Johansen sála, vita vit, at munkarnir dyrkaðu havra, og haðani fingu teir sítt breyð.

Uttan iva hava teir eisini røkt bjørgini, róð út og havt seyð. Við øðrum orðum vóru teir sjálvbjargnir sum ektað sjálvstýrisfólk, og høvdu fyri tað kunnað verið limir í Unga Tjóðveldi.

Meneitt, sum munkarnir ikki megnaðu, tað var at føða børn. So lutvíst kann man siga, at oyggin í dag ber brá av síni fornu búseting, tí seinasta barnið, sum kom í verðina her í oynni, er hann, sum hevur orðið beint nú, og sum ynskir tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin vestur higar.

Føroyar eru nógv broyttar, síðan eg fór at stetla í hesum túnum. Innan fiski- og sjóvinnuna hava vit eitt vælútbúgvið fólk. Vit eru so at siga sjálvbjargin hvat mjólk, mjólkaúrdráttum og kjøtframleiðslu viðvíkur, og eisini innan kunningartøkni og byggivinnuna klára vit okkum, og sum nú er, royna góðar kreftir at skapa einar grønari Føroyar.

Men vit liva ikki einans av tí, sum kann staðfestast við hagtølum. Tað hevði tann ungi Sámal Joensen, sum seinni fekk sær Mikines aftrat sínum dópsnavni, ein varhuga av. Hann var okkara fyrsti professionelli listamálari, og longu í 30’unum taldist hann millum tey frægu nøvnini í norðurlendskari málningalist.

Føroyska málið, sum fram til 1938 ikki var nóg gott at brúka innan skúla- og kirkjugátt, eigur í dag nógvar frægar høvundar.

Vit hava eisini fingið Tjóðpall Føroya og væl útbúnar leikarar, og haraftrat bæði kvinnur og menn, sum skriva til pallin. Mentannlistagreinin, sum uttan iva hugtekur og íverksetir flestu føroyingar,taðer tónleikurin. Og júst tónleikurin er orsøkin til, at vit hittast so nógv her í dag.

Sjálvur vaks eg upp tey árini, tá fólk tóku til, at vit høvdu flakavirkið á hvørjum tanga. Framvegis hava vit nógv virkir sum foredla fisk, men tað er blivið longri millum tangarnar.

Harafturímóti hava vitsangkórá nærum hvørjum tanga. Flestu samkomuhús hava síni egnu kór, og somuleiðis hava vit nógv verðslig kór. Vit hava eisini eitt symfoniorkestur, og nógvar góðar komponistar.

Í dansistovum, garasjum og kjallarum runt um í landinum, leggur ungdómurin - við tónumorðá tær kenslur og teir tankar, sum eru frammi í tíðini, og á hvørjum ári verður ein ørgrynna av hugkveikjandi og nýskapandi tónleiki útgivin.

Mykines er gyrd við høgum bergi, og her eigur lomvigi, lundi, súla, havhestur, rita og fleiri aftrat, og grundin til, at eini 10.000 ferðafólk árliga vitja her vesturi, er ikki tí tey vilja studera gerandisdagin hjá teimum 8 innføddu, sum framvegis royna at hóra undan her.

Orsøkin er fuglalívið!

Men hugsið tykkum, at ikkieittljóð kom úr øllum hesum nevunum. Hvørki gorr, lát ella karran.

- At røkurnar vóru kvirrar sum langar røðir av sovandi húsum. - At fuglurin sum fór út at veiða, stoytti seg ljóðleysur út av rókunum, og kom heim aftur til pisurnar, sum ljóðleysar blivu mataðar!

Tá hevði bergið fyrst og fremst verið ímyndin av einum stórum kirkjugarði, og teir ljóðleysu fuglarnir høvdu verið sum deyðir, sveimandi hamar. Í dag er lív í her úti í Mykinesi, og hesir ljómandi fuglarnir, sum vit hoyra í dag – tað eru tit.

Ferðavinnan í Føroyum hevur gjørt eitt risalop hesi seinastu árini, og Mykines hevur merkt hetta í ríkiligt mát – tó ikki peningaliga, sum sjálvandi eisini skal fáast í rætt lag.

Men mín vón er, at øll, sum koma higar, onkusvegna leggja eitt klípi í varðan, sum ígjøgnum tíðina er laðaður á staðnum, soleiðis at vit øll skriva ta góðu søguna um hesa vøkru oynna, og at vit fram um alt ansa væl eftir, at mammon ikki tekur yvir.

Fari til seinast at ynskja tykkum øllum hugna og nøgdsemi, - og takk fyri at tit lýddu á.

Jaspur Joensen