Róðrargrunnur Føroya játtað fýra feløgum stuðul

ítróttur26-05-2019 - 12:00 - Jóanis Albert Nielsen

Fýra kappróðrarfeløg fáa stuðul úr Róðrargrunni Føroya í 2019. Grunnurin hevur gjørt av, at av peninginum, sum er tøkur í grunninum, fær hvørt av teimum fýra feløgunum 30.000 kr. til bátabygging.

Róðrargrunnur Føroya fekk seks umsóknir. Talan var um umsóknir um stuðul til at smíða fýra 5-mannafør, eitt 6-mannafar og eina bátabrúgv.

Í einum føri var báturin liðugur og latin felagnum. Tann umsóknin varð ikki gingin á møti. Umsóknin um bátabrúnna varð heldur ikki gingin á møti, tí tílíkan stuðul kann grunnurin ikki lata.

Tey fýra feløgini, sum fáa stuðul úr grunninum, eru:

  1. Sørvágs Róðrarfelag

  2. Skála Róðrarfelag

  3. Sandavágs Róðrarfelag

  4. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

Stuðulin verður útgoldin, tá kjølurin er strektur, og er stuðulin ikki brúktur 31. mars í 2020, fellur peningurin aftur til grunnin.

Róðrargrunnur Føroya varð stovnaður í 1970 og er endurreistur, tí løgtingið á fíggjarlógini fyri 2018 játtaði pening til at smíða kappróðrarbátar at styðja upp undir tjóðarítrótt føroyinga. Tingið játtaðï aftur grunninum pening í 2019.

Virksemið hjá grunninum í 2020 er treytað av, at løgtingið játtar grunninum pening á næstu fíggjarlóg.

Róðrargrunnur Føroya