Rógvi tekur sæti á tingi í dag

Politikkur04-11-2019 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

Á tingfundinum sum byrjar í dag klokkan 13:30 tekur Rógvi E. Nielsen sæti á tingi. Tað er Brandur Sandoy sum hevur biðið um farloyvi frá í dag av, og tvær vikur fram. Brandur er farin á ST-aðalfund.

Í tíðarskeiðinum røkir Rógvi E. Nielsen sæti á tingi. Rógvi fekk 228 atkvøður á valinum 31. august, og tað gav honum eitt 13 pláss á listanum hjá Fólkaflokkinum.

Rógvi er 5. persónurin úr Vágum sum situr á løgtinginum síðani valið. Hini eru Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum. Rósa Samuelsen og Eyðdis H. Niclasen úr Sambandsflokkinum og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum.