RUTH skal landa sild í Skagen

vinna11-10-2021 - 10:28 - Jóanis Nielsen

 RUTH, sum í farnu viku landaði í Fuglafirði, fór avstað mánakvøldið, teir fóru á sildaveiðu norðanfyri í norskum øki á umleið 71,3N og 17E.

RUTH er nú áveg til Skagen við 1.800 tonsum av sild, sum teir skulu landa í Skagen, teir verða inni seint í kvøld og sleppa framat at landa beinanvegin teir koma til Skagen, sigur stýrimaðurin Hans Jacob Petersen við okkum á JN.fo.