Samgongan vil lata langtíðarsjúk bíða

politikkur15-05-2020 - 10:09 - Jóanis Nielsen

Samgongan feldi í gjár eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at lata langtíðarsjúk, t.d. krabbameinssjúklingar, fáa dagpening alla sjúkratíðina. Hetta uppskotið má bíða eftir landsstýriskvinnuni, sigur samgongan.

Løgtingið hevur í gjár viðgjørt eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at lata langtíðarsjúk verða fevnd av dagpeningaskipanini. Men samgongan feldi uppskotið. Víst varð á, at landsstýriskvinnan arbeiðir við sínum egna uppskoti, men enn hevur hetta ikki sæð dagsins ljós. Tí mugu langtíðarsjúk klára seg sjálv til landsstýriskvinnan einaferð er klár við einum uppskoti.

- Vit tosa um fólk, sum eru í eini svárari støðu í lívinum, og sum við verandi lóg detta niðurímillum allar sosialar skipanir. Sum samfelag eiga vit altíð at lofta teimum, sum hava tørv á stuðli, og tað er als ikki nóg gott, at langtíðarsjúk ikki verða fevnd av dagpeningaskipanini, sigur Aksel V. Johannesen.

Í verandi dagpeningalóg er ásett, at dagpeningur í mesta lagi verður veittur í 40 vikur. Hetta merkir, at langtíðarsjúk, sum t.d. framvegis eru í sjúkuviðgerð aftaná 40 vikur, detta burtur úr skipanini. Fyri at fáa rætt til fyritíðarpensjón skal tað vera staðfest, at viðkomandi ikki verður arbeiðsførur aftur, og meðan viðkomandi framvegis er í viðgerð, er trupult at staðfesta, um viðkomandi fær ella ikki fær arbeiðsførleikarnar aftur. Tí hevur viðkomandi, sum framvegis er í viðgerð, ikki rætt til fyritíðarpensjón. Hevur viðkomandi nakað av uppsparing á bók, ella hevur hjúnafelagin inntøku, hevur viðkomandi heldur ikki rætt til forsorg.

Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at fólkatingið fyri stuttum setti serliga grein inn í dagpeningalógina viðvíkjandi langtíðarsjúku, og at vit eisini eiga at gera hesa galdandi í Føroyum.

Hetta er eitt lítið uppskot, sum ikki hevur stóran týdning fyri landskassan, men eitt uppskot, sum kortini hevur sera stóran týdning fyri tey, sum verða rakt. Vit hava als ikki ráð til, at sjúk fólk detta niðurímillum í okkara ríka landi, og tí vóni eg, at landsstýriskvinnan tekur málið í størsta álvara, og fær tað skjótt niðan í tingið, sigur Aksel V. Johannesen