Sandavágs Ítróttarfelag handaði liðum heiðursmerki

ítróttur29-05-2020 - 19:30 - Jóanis Nielsen

Hóast kappingarárið í hondbólti í ungdómsdeildunum ikki var leikt liðugt, vóru stigatalvurnar tó gjørdar upp við at rokna, hvussu nógv stig liðini høvdu fingið fyri hvønn dyst. Medaljur og steyp vóru latin vinnandi feløgunum at lata leikarunum.

Í kvøld skipaði Sandavágs Ítróttarfelag fyri medaljuhandan og hugnaløtu á sandinum í Sandavági. Trý lið hjá SÍF fingu heiðursmerki. Dreingir 12 vunnu silvurheiðursmerki í c bólkinum. Dreingir 10 vunnu bronsuheiðursmerki í d bólkinum og Gentur 10 vunnu silvurheiðursmerki í c bólkinum.