Sandavágs Timburhandil hevur í dag reist nýggja høll á havnalagnum í Miðvág

vinna16-11-2020 - 13:56 - Jóanis Nielsen

Ídag hevur Sandavágs Timburhandil reist nýggja høll á havnalagnum í Miðvági.

Høllin sum er 800m² skal hýsa jarnvirksemi felagsins. Sandavágs Timburhandil hevur nógv at gera innan armering og bukking av jarni. Høllin verður útgjørd við stórum loypikatti og krana. Hetta virksemið er nú í Kovanum. Kovin verður nú gjørdur ístand og kemur vera goymsla av plátum og bjálving.