Sandoyartunnilin letur upp í 2023

politikkur17-03-2020 - 14:44 - Jóanis Nielsen

 Tað gongur væl at spreingja fyri Sandoyartunlinum, 3½ kilometrar eru sprongdir, væntandi verður sprongt ígjøgnum seint í 2021.

Væntandi letur tunnulin upp fyri ferðslu seint í 2023, tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrinsmaður, m.a. í svari til Aksel V. Johannesen, sum hevur spurt um ferðasambandi um Skopunarfjørð.