§52a: Sirið spyr um ítróttaháskúlan

politikkur03-09-2020 - 08:47 - Jóanis Nielsen

Sólskinssøgan um Ítróttaháskúlan kann nú blíva enn størri

Ítróttaháskúlin hevur frá fyrsta degi verið ein sólskinssøga. Til skúlaskeiðið á vári 2021 verður næmingaheim tøkt umframt nokk av umsøkjarum. Men avbjóðingin tá verður skúlahølini. Tí hevur Sirið Stenberg sett mentamálaráðharranum fyrispurning, um ætlanin er at játta neyðuga peningin til hølisumstøðurnar.

“Nógvir ungdómar bæði úr Føroyum og úr útlondum hava luttikið á skúlaskeiðunum, og ein røð av mennandi og spennandi størvum eru skapt. Umframt góðu upplivingarnar, næmingarnar fáa, kemur jaliga ávirkanin, skúlin hevur á nærumhvørvið.” sigur Sirið Stenberg

Frá fyrsta degi hevur ítróttaháskúlin ment seg við ferð. Ítróttaháskúlin hevur verið fullettur øll skeiðini síðani várskeiðið 2017. Men økt næmingatal setur eisini krøv til betri høliskarmar til undirvísing.

Nýggja næmingaheimið letur upp fyri at taka enn fleiri næmingar inn. Tíðin er búgvin til at fara í gongd við verkætlanina um at byggja/umbyggja hóskandi skúlahølir til virksemið. Sum nú er hevur skúlin ikki egin hølir, men húsast í Stóra Pakkhúsi.

Tjóðveldi