Seinsummardagur í Sandavági

mentan05-09-2019 - 12:03 - Jóanis Nielsen

 Høgni Egilstoft Nielsen, ið seinastu mongu árini hevur verið millum sterkastu telvarar í landinum og seinnu árini veruliga hevur bitið seg fastan millum teir absolut sterkastu í Føroyum bjóðar av á Loftagrund!

Simultantelving verður á Loftagrund kl. 14 (t.e. Høgni telvar móti fleiri í senn). So um onkur er til reiðar at taka kampin upp, so er at møta upp leygardagin kl. 14.