Semingsuppskotið góðtikið

06-06-2020 - 08:19 - Jóanis Nielsen

Báðir partar hava í dag sagt ja til semingsuppskotið og hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.

Semingsmaðurin Terje Sigurðsson legði mikukvøldið 3. juni eitt semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini.

Báðir partar hava í dag sagt ja til semingsuppskotið og hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.

Avtalaðu lønarhækkingarnar eru hesar:

1 . august 2020 hækkar lønin 1,25%

1 . august 2020 hækkar eftirlønin 1%

1 . mai 2021 hækkar lønin 1,25%

Hækkingin í løn og eftirløn kemur ikki í gildi 1. mai sum vanligt, men er útsett til 1. august. Seinkaða lønarhækkingin í 2020, og tað, at ein partur av hækkingini er eftirløn, sum ikki hevur sama kostnað fyri arbeiðsgevaran sum ein lønarhækking, ger, at samlaði karmurin hetta sáttmálaskeiðið er 2,98%.