Semja millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið

vinna06-07-2020 - 18:12 - Jóanis Nielsen

Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt tríára sáttmála við Maskinmeistarafelagið. Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022.

Semjan er galdandi fyri trý sáttmálaøkir: Maskinmeistarar í almennari tænastu á landi, Strandfaraskip Landsins og skipini hjá Havstovuni.

Semjan inniber, at lønirnar hækka 2,56% tann 1. oktober 2019. Tann 1. januar 2021 hækka lønirnar 2,05%, og tann 1. oktober 2021 hækka lønirnar 1,25%.

Nýggja havransóknarskipið Jákup Sverri og nýggja tríkyljan hjá Strandfaraskip Landsins eru flokkaði inn í sáttmálarnar, umframt at smávegis broytingar eru gjørdar í sáttmálunum.

Semjan kann lesast her.