Seta seg at samráðast aftur fyrrapartin

Politikkur04-09-2019 - 08:05 - Jóanis Albert Nielsen
Aksel V. Johannesen legði í gjár frá sær sum løgmaður, og eftir tað skuldu allir formennirnir peika á ein um at gerðast nýggjur samráðingarleiðari. 

Tað er Bárður á Steig Nielsen, sum nú skal leiða samráðingarnar víðari. Hann hevur eina viku at arbeiða í. Bárður ætlar fyrst og fremst at fáa eina samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin.

Hesir 3 flokkarnir setast saman við samráðingarborði fyrrapartin.