Mynd: Bergur Robert Dam.

Seyðasýning Kollafjørður/Hósvík 2020

24-10-2020 - 21:02 - Jóanis Nielsen

Bergur Robert Dam skrivar á Facebook.

Enn eitt spennandi ár verði fyri framman. Persónliga ikki eitt av teimum best hetta vegnað hjá okkum á Sjóvargarði, men lærdómin taka vit við okkum.

 
Alt gekk skjótt og gott, fitt sv áskoðarum eisini, sum er ein stjørna avtrat.

 
Absalon Hansen gjørdist stóri sigursharrin við triðja og fyrsta plássinum við bestu brundlombunum og vann eisini størsta prísin fyri besta haga. Hetta var flott og herfrá skal ljóða enn einaferð HJARTALIGA TILLUKKU 🇫🇴🇫🇴

Dómaraduettin við Jacob Vestergaard á odda kendu seg væl tilrættis á seinna árinium í slag sum dómarar her í økinum. Takk fyri tykkara íkast og samverðu í dag.

 
Oyrareingagarðurin við Jóhannes og Tentla Johansen & co. á odda, so er alt fullkomið. Umstøðir og fyrireikingar - blíðskapur - alt í hásæti. Gamla fjósið sum rosinan í pylsuendanum, var uppdekka til háborðs. Eitt lítið slott skal eg verða heilt erligur. 1000 takk fyri at tit hýstu fyrireikingunum í ár.

 
Tað sum eftir er av kvøldinum: Nú dyrkað vit tann sosiala partin sum ikki má gloymast - sum er bulurin undir landbúnaðinum um man vil tað ella ei, vinnan krevur stórar batar frá tí politiska valdinum. Tað at slíkt kann avrikast so væl, sigur nakað um stóru dygdirnar í vinnuni - so tíðin er komin til at landbúnaðurin gerst eitt fokusøkið í tinganesi !!

 
Takk fyri í dag øll somul !!!