Silas aftur í 07 Vestur

ítróttur10-12-2020 - 22:18 - Jóanis Albert Nielsen

Eftir eitt ár í útlegd er verður Silas Eyðsteinsson aftur at síggja í 07 Vestur komandi árini. 07 Vestur og Silas hava júst undirskrivað sáttmála, so Silas flytir heim aftur úr AB.

22-ára gamli málverjin er uppvaksin í felagnum, og, áðrenn farna kappingarár, hevði hann einans leikt fyri okkara lið, heilt úr barna- og ungdómsdeildini. Í fjør valdi Silas at taka eitt tørn fyri AB, har kann kundi fáa royndir í Betri deildini.

Tað verður gott at síggja Silas aftur á vøllinum, og vit ynskja honum væl afturkomnum, tað skrivar 07 Vestur.